Jump to content

Firouz Gaïni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Firouz Gaini

Firouz Gaini, føddur 1972, er føroyskur antropologur og granskari. Hann hevur føroyska mammu og iranskan pápa, og vaks upp í Noregi og í Føroyum. Hann las antropologi á universitetunum í Oslo og Keypmannahavn innan hann flutti heimaftur til Føroyar og vardi sína doktararitgerð á Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Hann var lektari í antropologi á Setrinum í tíðarskeiðinum 2011-2019. Hann varð tilnevndur professari í antropologi á Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD), Fróðskaparsetur Føroya, í 2019. Hann hevur gjørt feltarbeiði í Suðurfraklandi, Japan, Grønlandi og Føroyum. Hann hevur arbeitt nógv við barna- og ungdómsgransking, men eisini kyns- og familjugransking. Hann var í einum postdoc-granskingarstarvi á Norsk Senter for Barneforskning, Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet í Tróndheimi í tíðarskeiðinum 2012-2015. Hann er granskingarleiðari á SSD og varaumboð í Stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hann hevur verið formaður í Føroya Fróðskaparfelag og Amnesty International Føroyadeild. Firouz Gaini er abbasonur Sigurð Joensen. Umframt granskingarútgávurnar, so hevur hann eisini útgivið fleiri stuttsøgu og essay-søvn á føroyskum. Firouz Gaini hevur verið ritsjóri í fleiri vísindaligum tíðarritum, t.d. Island Studies Journal og Fróðskaparrit. Hann býr í Havn saman við familju síni. Hann eigur fýra børn.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2002 - Føroya Fróðskaparfelag 1952-2002
  • 2004 - Urbscriptum - fimtan tekstir
  • 2006 - Gávur skulu rindast aftur - søgur og greinir
  • 2007 - Ungdómur og ungdómsgransking
  • 2007 - Ungdómur og seinmodernitetur
  • 2008 - Mynstur broytast - Landsverk bygt land í 60 ár
  • 2008 - Miðlar, mentan & seinmodernitetur - Ein antropologisk lýsing av føroyskum ungdómi
  • 2010 - Oyðimarkarbrúðurin - Fimtan ferðafjarrit
  • 2011 - Horvnir menn, søgur. Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2011. 125 síður. ISBN: 978-99918-43-96-4[1]
  • 2011 - Among the Islanders of the North. An Anthropology of the Faroe Islands
  • 2013 - Lessons of Islands - place and identity in the Faroe Islands
  • 2015 - Atlantic Wayfarers
  • 2015 - Gonguverk samfelagsins. Hugleiðing um tíð og samfelag

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Bms.fo

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Fróðskaparsetur Føroya

NTNU Universitet


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið