Fyrimynd:Forsíða dagurin í dag
Í dag[rætta wikitekst]
Hin 8. juni: Altjóða Havsdagur
- 793 - Víkingar leypa á kleystrið Lindisfarne í Northumbria í Norðuronglandi. Hetta er roknað sum byrjanin á Skandinavisku innrásini av Onglandi.
- 1783 - Gosfjallið Laki (myndin) í Íslandi fer at goysa. Gosið varar í 8 mánaðir, og hevur við sær at 9.000 lata lív, og at 5 ára hungursneyð varar í landinum.
- 1941 - Seinni heimsbardagi: Teir sameindu hevja innrás inn í Sýria og Lebanon.
- 2014 - Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið vinnur allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini fyri smátjóðir.
- 2018 - Gekkurin í Kringvarpi Føroya fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.