Jump to content

Konjak

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Konjak er franskt brennivín frá umráðnum Cognac. Økið liggur beint norðanfyri Bordeaux, umleið 100 000 ha. til støddar, og er býtt í 6 smærri øki. Stutt sagt er tað eitt destillerað hvítvín, sum síðani er goymt í føtum av eikitræ. Til framleiðsluna av konjak verður drúvan "Ugni Blanc" brúkt. Hendan drúvan gevur eitt vín við lágum alkoholprosenti á umleið 8 %. Destillatið verður síðani goymt í fleiri ár. Destillatið endar síðani við at hava eitt alkoholprosent á umleið 40 % - 43 %. Fyri at tað skal fáa júst rætta smakkin, verður destillatið ofta blandað við fleiri øðrum destillatum. Eftir at tað er blandað, skal tað hvíla millum 6 mánaðir og 2 ár, og síðani verður tað latið á fløskur.

Cognac verður býtt upp í trý. Very Superior merkir, at konjakið er goymt í minsta lagið 2 ár og mesta lagið 4 ár. Very Superior Old Pale er goymt í minsta lagið 4 ár. Extra Old er goymt í minst 6 ár. Konjak er hvítvín, sum 2 ferðir er dropadrivið úr serligum drúvum og búnast síðani í nøkur ár á eikifati, minst 2 ár, men sum oftast verður tað goymt longri. Tað eru ymisk sløg og dygdir av konjakki. Trýstjørnað og V.S. er tað unga, minst 2 ½ ár. V.O. og V.S.O.P. er minst 4½ ár. X.O. er minst 10 ár. Summi hús blanda upp til 50 ára gamalt lagrað konjak í teirra X.O. Stendur Fine Champagne á fløskuni, merkir tað, at tað kemur úr teimum innastu og bestu økjunum í Cognac. Styrkin er 40 %.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið