Jump to content

Per Zachariassen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Per Zachariassen er ein føroyskur sjónvarpsframleiðari og leikstjóri. Sum ungur arbeiddi hann fyri Sjónvarp Føroya, og síðan næm hann sær útbúgving á filmsskúlanum í Keypmannahavn. Í 2013 hevði hann 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari. Per Zachariassen er kendur fyri eitt nú at framleiða væl umtóktu sjónvarpssendingarnar X Factor og Talent. Í tvey ár starvaðist hann í USA, men flytir aftur til Danmarkar í samband við at Eurovision Song Contest 2014 skal haldast í Danmark. Tey sum standa fyri Eurovision í Danmark, hava biðið hann um standa fyri framleiðsluni av finaluni, sum verður víst í sjónvarpinum. Per hevði tá 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari.[1]

Framleiðari av filmum og sjónvarpssendingum[rætta | rætta wikitekst]

Live fra Bremen - Sjónvarpsrøð[rætta | rætta wikitekst]

Per var framleiðari (producer) av 19 pørtum 2009-10.

Aloha![rætta | rætta wikitekst]

Aloha! var ein sjónvarpsrøð. Per var framleiðari av 17 pørtum 2009-10.

X Factor[rætta | rætta wikitekst]

X Factor er ein sangtalentkapping, sum verður víst í fleiri pørtum sum sjónvarpsrøð. Per hevur verið leiðandi framleiðari (executive producer) av 34 pørtum árini 2008-2010, framleiðari (producer) í 15 pørtum í tíðarskeiðnum 2008-2009 og leikstjóri (director) av 47 pørtum frá 2008-11.[2]

Dagens mand[rætta | rætta wikitekst]

Dagens mand var ein sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari í 2008.

Talent 2008[rætta | rætta wikitekst]

Talent var ein talentkapping, sum var víst sum sjónvarpsrøð í DR. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 12 pørtum í 2008 og framleiðari (producer) av 5 pørtum eisini í 2008.

Gi' mig 5[rætta | rætta wikitekst]

Gi' mig 5 var ein donsk sjónvarpsrøð. Per var executive prodjúsari av 13 pørtum í 2008.

Gu'skelov du kom[rætta | rætta wikitekst]

Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 10 pørtum í 2008.

Scenen er din[rætta | rætta wikitekst]

Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 40 pørtum frá 2004-07.

Zulu Awards '07 - Den røde løber[rætta | rætta wikitekst]

Serstøk sjónvarpssending í 2007. Per var bæði leiðandi framleiðari (executive producer) og framleiðari (producer).

Zulu Awards '07[rætta | rætta wikitekst]

Serstøk sjónvarpssending í 2007. Per var bæði leiðandi framleiðari (executive producer) og framleiðari (producer).

Idols[rætta | rætta wikitekst]

Idols var tann danska versjónin av ti altjóða sjónvarpsrøðini Pop Idols, har túsundatal av fólkum royna seg til audition og síðan vóru 12 luttakarar valdir út til at kappast í live shows. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) í 2003.

Boxen[rætta | rætta wikitekst]

Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 10 pørtum 2002-03.

Stjerne for en aften[rætta | rætta wikitekst]

Sjónvarpsrøð, sum var ein sangtalentkapping, sum føroyska Guðrun Sólja Jacobsen vann. Per var felags leiðandi framleiðari (co-executive producer) av 12 pørtum í 2003.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kvf.fo Per Zachariassen skal framleiða Grand Prix
  2. imdb.com

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]